Frakland skrásetti 2.025 fleiri deyðsføll frá 22. til 28. juni enn vikuna frammanundan. Tað svarar til ein vøkstur á nærum 30 prosent. Í París-økinum vaks talið við 62 prosentum, skrivar BBC.
Franska heilsumálaráðið sigur, at talið helst er ov lágt, og at endaliga talið tí kann vera hægri. Sambært heilsumálaráðharranum, Stéphanie Rist, var ein greiður vøkstur í deyðsføllum millum fólk eldri enn 45 ár.
Frakland setti hitamet
Frakland hevði 24. juni sín heitasta dag nakrantíð, mált sum landsmiðalhiti. Í París nærkaðist hitin 41 stigum, og helvtin av landinum var undir reyðum hitavanda.
Nýggjur hiti á veg
Belgia skrásetti 1.222 fleiri deyðsføll enn vanligt undir hitabylgjuni, og í Niðurlondum vóru umleið 480 fleiri deyðsføll. Samstundis verður aftur roknað við upp í 40 stigum í Suðurfraklandi, Portugal og Spania.
BBC vísir á veðurlagstænastuna Copernicus, sum sigur, at Evropa hitnar tvífalt so skjótt sum heimsmiðaltalið. Tað leggur trýst á vatnveitingar, økir vandan fyri hitabylgjum og ger skógareldar harðari.