Ein kraftig hitabylgja førdi mikudagin til, at fleiri mátistøðir í Suður-Noregi settu nýggj hitamet. Tíggju almennar veðurmátistøðir skrásettu hægsta hitan nakrantíð, og óvanliga heitt veður varð eisini mált høgt uppi í fjøllunum.
Hægsti hitin varð máldur við Nesbyen–Todokk, har hitin náddi 34,2 stigum. Ørje hevði 33,8 stig, Gulsvik II 33,7 stig, meðan Evenstad og Otta-Skansen báðar skrásettu 33,3 stig.
Norska landsmetið var tó ikki tikið. Tað er framvegis 35,6 stig, sum var sett í Nesbyen 20. juni 1970.
Serliga áhugavert var, at metini eisini vórðu sett høgt uppi í fjøllunum. Við Juvasshøe, sum liggur 1.894 metrar yvir havinum og er hægst liggjandi veðurmátistøðin í Noregi, var máldur 19,2 stig.
Eisini var tropuhiti skrásettur umleið 900 metrar yvir havinum.
-Tað er sermerkt, at fleiri av metunum vóru sett so høgt uppi í fjøllunum, segði veðurfrøðingurin Marek Ratajczak.
Náttina til hósdagin kom ársins fyrsta tropunátt í Noregi, tá hitin á Færder fyr ikki fór niður um 20,9 stig.
Veðurfrøðingar siga, at hitin komst av einum støðugum hátrýsti, heitari luft úr suðri og nógvari sól.
Væntandi heldur heita veðrið fram eina løtu, áðrenn kaldari luft kemur inn yvir landið.