Miðilin High North News skrivar í dag, at bretska flogberandi skipið, HMS Prince of Wales, er byrjað at senda F-35B Lightning II orrustuflogfør á flog í Arktis og Norðurhøvum sum part av NATO-átakinum Arctic Sentry.
Endamálið er at styrkja trygd og samstarv millum NATO-lond í einum øki, sum hevur fingið vaksandi strategiskan týdning eftir, at Finnland og Svøríki gjørdust limir í NATO.
Sambært NATO-aðalskrivaranum Mark Rutte skal samgongan gera meira fyri at tryggja trygdina í Arktis og Norðurhøvum, har stúrt verður fyri russiskum hernaðarvirksemi og trygdini hjá týðandi havbotns-undirstøðukervum.
NATO-limalond fokusera alsamt meira á økið vegna økta russiska hernaðarvirksemi, og at tryggja frælsi til sigling á týdningarmiklum leiðum í Norðuratlantshavinum.