Seinnapartin fríggjadagin 22. mai, verður almenn móttøka á Estra í Syðrugøtu. Og tað er fyri at hátíðarhalda, at Sonja á Líðarenda hevur starvast á Estra í góð 50 ár.
Sonja var heilt ung tá ið hon fór í læru á Estra. Hon gjørdist Føroya fyrsti útlærdi kvinnuligi setari, sum tað æt tá.
Stutt eftir at hon varð avlærd, fekk hon fleiri og størri uppgávur á virkinum. Síðani 1992 hevur hon verið partaeigari og stjóri í felagnum, sigur Estra í tíðindaskrivi.
Øll hesi hesi fleiri áratíggju, Sonja hevur starvast í, og staðið á odda, í prentsmiðjuvinnuni, er nógv hent, og hon hevur samskift og samstarvað við fjøld av fólki.
Eisini hava hesi mongu árini havt ómetaliga stórar og umfatandi broytingar við sær. Hetta hevur kravt stórar tillagingar av mannagongdum og viðført stórar broytingar hjá starvsfólki, fyri at fylgja við.