Ongi úrslit

Hon endurtekur at danska stjórnin stuðlar føroyingum - og hon skilur okkum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

– Vit skilja ynskið hjá føroyingum um at fáa størri rættindi úti í heimi. Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, nú hon setti Fólkatingið nú á miðdegi.

Hon staðfestir, at føroyingar hava sett tiltøk í verk ímóti Russlandi, og at vit hava tikið undir við, at ein loftverjuradari verður settur upp í Føroyum.

Og vit eru við í venjingum hjá Natolondum í Føroyum og við Føroyar.

Hon viðurkennur eisini føroyska ynskið um at fáa størri heimildir uttanlands og tað stuðlar danska stjórnin okkum í, um tað so er, at vit fáa heimild til at gera okkara egnu handilsavtalur, at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, í olympiskafelagsskapinum, ella hvat tað kundi verið.

Og hon segði eisini, at eru tað onnur mál, føroyingar vilja fremja, er danska stjórnin sinnað at stuðla føroyingum. Og so endurtekur hon eisini, at avgerðin um føroysk viðurskifti skulu takast í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

Í gjár kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27