Ongi úrslit

Hon skal vera samskipari fyri 10.500 fólk

Áki Bertholdsen
31. mars kl. 19:17

Kommunurnar í norðan fyri hava nú sett felags integratiónsskipara. Tað er Sóley Sjúrðaberg, sum  sett í starv sum integratiónssamskipari í norðurøkinum, sigur Klaksvíkar kommuna.

Sóley Sjúrðaberg úr Leirvík og har býr hon eisini. Hon er sett í starv sum integratiónssamskipari fyri alt norðurøkið nevniliga í Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Kunoyar, Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu.

Integratiónssamskiparin skal standa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og hava samband við tilflytarar við tí fyri eyga, at tey skulu føla seg sum ein part av nærumhvørvinum.

Í økinum, sum hon nú verður samskipari fyri, eru tilsamans 10.500 fólk. Hetta samstarv er søguligt, tí hetta er fyrsta samstarv av hesum slagi ímillum kommunurnar báðu megin Norðoyatunnilin, sum lat upp í apríl mánað 2006.

Klaksvíkar kommuna sigur, at tá ið tey søktu, fingu tey 22 umsóknir.

Sóley Sjúrðaberg býr í Leirvík og hon tekur við 1. mai.

Sóley, sum er 41 ára gomul, gjørdist master í heilsuvísindum í 2022 frá Fróðskaparsetri Føroya. Framman undan hesum hevði hon eisini útbúgving sum ergoterapeutur í 2011.

Umframt fleiri ára starvsroyndir sum ergoterapeutur, hevur Sóley verið varaleiðari í ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum og leiðandi ergoterapeutur á fysio- og ergoterapieindini, Ven, og Virka hjá NBH.

Arbeiðsplásssið hjá henni verður hjá Klaksvíkar kommunu í tøttum samstarvi við allar kommununar í samstarvinum, og samskiparin fer eisini at hava regluligar arbeiðsdagar hjá teimum.


Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

22 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17