Kári Nielsen og Birgir Hansen eru settir at hava høvuðsábyrgdina av menningini av barna- og ungdómshondbóltinum hjá Ítróttarfelagnum Argjum.
Setanin kemur eftir stóran vøkstur í felagnum. Seinasta kappingarár vaks talið á kappingarliðum í aldursbólkunum U9–U14 umleið 60 prosent.
Sambært ÍA hevur vøksturin økt tørvin á dygdargóðari venjing, einum sterkum venjaraumhvørvi og einum greiðum samanhangi millum aldursbólkarnar.
Kári Nielsen og Birgir Hansen hava áður verið landsliðsvenjarar. Teir hava í nógv ár verið við til at menna føroyskar hondbóltsspælarar, venjarar og feløg.
Fáa eisini ábyrgdina av D14
Teir báðir verða samstundis høvuðsvenjarar hjá D14 og fáa ábyrgdina av at skipa og menna venjingarnar hjá aldursbólkinum.
Setanin er liður í langtíðarætlanini hjá ÍA um at byggja eitt sterkt og dygdargott hondbóltsumhvørvi á Argjum. Málið er at geva børnum og ungum góðar møguleikar at mennast og trívast bæði sum spælarar og sum partur av felagsskapinum.