Fyri fyrstu ferð hava føroysku hondbóltsmenninir vunnu sær pláss í HM-endaspælinum
Føroyar vunnu samanlagt við sjey málum ímóti Bosnia-Hersegovina í playoff dystunum um at koma til HM-endaspælið.
Føroyar vunnu fyrra dystin ímóti Bosnia-Hersegovina á útivølli við tveimum málum.
Tá liðini í kvøld fóru til hálvleiks, var Bosnia-Hersegovina á odda við tveimum málum, og tí stóð á jøvnum samanlagt.
Í seinna hálvleiki fann føroyska liðið flogið og legði seg nøkur mál fram um. Leiðslan helt allan vegin, og Føroyar vunnu 33-28.
Rómurin í høllini við Tjarnir var óførur, og spælarar og áskoðarar stórfegnaðust um avrikið eftir dystin.
Dagsins spælari var Hákun av Teigum, sum var toppskjútti við 11 málum. Hann er nú mest skorandi spælarin á føroyska manslandsliðnum í hondbólti.