Ongi úrslit

Hørð kapping í bólki L

Í kvøld verður bólkur L avgreiddur í HM-endaspælinum

Ragnar Sjurðarson
3 tímar síðan

Í kvøld verður bólkur L avgreiddur í HM-endaspælinum. Dystirnir verða bríkslaðir í gongd klokkan 23.00.

Hetta er tað tey fýra liðini í bólkinum stríðast fyri:

Ongland er tryggjað víðari luttøku. Vegna betri málmun liggja teir ovast í bólkinum, hóast teir hava fýra stig eins og Ghana á øðrum plássi. Vilja onglendingar varðveita fyrsta plássið, mugu teir tí ikki verða yvirhálaðir av afrikanarunum í málmuni.

Ghana er eisini tryggjað víðari luttøku. Vilja teir hava eitt pláss í topp-2, skulu teir annaðhvørt vinna ella spæla javnt móti Kroatia í kvøld. Tapir Ghana, enda teir á triðja plássi, men fara víðari við sínum fýra stigum.

Kroatia skal fáa stig móti Ghana, um teir vilja víðari í HM. Missir Ongland stig, og kroatar samstundis vinna, enda teir sum nummar eitt í bólkinum. Ein javnleikur í kvøld sendir teir víðari á triðja plássi.

Panama hevur ikki fingið eitt einasta stig í sínum fyrstu tveimum dystum og kann ikki fara víðari.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14