Ongi úrslit

Hørð kapping um granskingarstuðul: Bert 18 prosent fingu játtað í fjør

Granskingarráðið hevur latið upp fyri umsóknum til 2027. Kappingin er hørð: Í 2026 fingu bert átta av 46 umsóknum stuðul.

© Granskingarráðið.
9 milliónir krónur eru settar av til granskingarstuðul í 2027. Í fjør fingu bert átta av 46 umsóknum játtaðan stuðul.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Granskingarráðið hevur latið upp fyri umsóknum um granskingarstuðul í 2027. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 eru 9 milliónir krónur settar av til stuðulsskipanina.

Tølini frá 2026 vísa, at nálaraugað er trongt. Tá fingu átta av 46 umsóknum játtaðan stuðul. Tað svarar til sløk 18 prosent.

Reglurnar eru dagførdar

Reglurnar fyri umsóknir eru dagførdar, og ein neyvari vegleiðing er gjørd. Granskingarráðið mælir tí bæði nýggjum og royndum umsøkjarum til at koma á kunningarfund. 

Kunningarfundur mikudagin

Fundurin verður mikudagin 7. oktober klokkan 14.00–15.30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25. Har verður greitt frá, hvat kann fáa stuðul, hvør kann søkja, og hvat umsøkjarar eiga at leggja dent á. 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

14 tímar síðan

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

Í gjár kl. 09:55

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

Í gjár kl. 12:09

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27