Væntaðu 156 milliónir í halli - fingu 11 milliónir í avlopi
Landsroknskapurin fyri í fjør er latin Løgtinginum. Roknskapurin fevnir um inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum í fíggjarárinum. Roknskapurin gevur eina heildarmynd av virkseminum og fíggjarstøðuni hjá landinum.
Samtykta fíggjarlógin fyri í fjør gav hall á 120 milliónir. Eykajáttanir í fjør árinum vóru 27 milliónir. Somuleiðis vórðu 9 milliónir brúktar av framfluttum løgujáttanum.
Tilsamans hevði fíggjarlógin hall upp á 156 milliónir.
Tað hildnaðist kortini væl betri. Inntøkurnar vóru milliónir hægri enn mett, og útreiðslurnar vóru 75 milliónir lægri enn játtað var, so tilsamans gav tað 167 milliónir tann rætta vegin
Inntøkurnar frá skatti, avgjøldum, ríkisstuðli og øðrum vóru umleið 7,5 milliardir. Útreiðslurnar vóru somuleiðis út við 7,5 milliardir.
Rakstrar-, løgu- og útlánsúrslitið fyri í fjør var 11 milliónir í avlopi. Tað er heldur frægari enn í 2024, tá ið úrslitið var eitt hall upp á 172 milliónir.
– Vit kunnu øll fegnast um, at eitt lítið avlop var í fjør, men vit vita eisini øll um avbjóðingarnar, sum landskassin hevur fyri framman, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Men hann sigur, at aðalmálið hjá samgonguni er at taka ábyrgd, og samgongan hevur sett sær fyri at reka ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk bæði nú og frameftir.