Ongi úrslit

Høvdu nógv at gera av fullum fólki - tveir fingu bót

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Mentanarnátt var í Havn í nátt og tað var rættiliga nógv fólk í býnum. Løgreglan sigur, at tey høvdu nógv av gera í alla nátt, heilt til klokkan var farin av klokkan seks í morgun.

Tað mesta tey høvdu at gera var at hjálpa fólki, sum vóru so deyðadrukkin, at tey ikki vunnu upp hús aftur, so tey vórðu koyrd til dyrnar.

Teir mans fingu bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, báðir í miðbýnum í Havn. Annar var ónøgdur við at hann ikki fekk ein hýruvogn. Hann varð vegleiddur um at fara niðan í Steinatún, har hýruvognarnir eru, men hann fór heldur heilt út á hyruvognstøðina á farstøðina at skeldast við tey, sum arbeiddu har.

Hann var so ólátaður, at tey ringdu eftir løgregluni, so tað kostaði honum 1.500 krónur í bót.

Hin fekk 3.000 krónur í bót fyri at fara at berjast við ein annan - sum kortini ikki bardust aftur ímóti, men bara gav seg undan.

Og tíðliga í morgun mátti løgreglan eisini í Steinatún at mekla ímillum tvey í einum parlagi, sum fóru at skeldast, men tað javnaði seg aftur.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00