Talvan vísir gongdina hjá skipunum, sum fiska botnfisk hesi seinastu árini
Árið í fjør royndist sera væk hjá skipunu, sum fiska botnfisk undir Føroyum. Hagstovan hevur gjørt støðuna upp og úrslitið er, at í roynd og veru hava tey ongantíð havt so gott úrslit, sum tey høvdu í fjør.
Hagstovan sigur, at í 2024 høvdu skipini, sum fiska botnfisk, 31 milliiónir í avlopi, men í fjør var tað 192 milliónir, sum er tað størsta avlopið tey nakrantíð hava havt.
Hetta góða úrslitið sæst eisini aftur í hýrunum hjá fiskimonnum, sum vóru slakar 200 milliónir í fjør og tað eru 56 prosent hægri enn tær vóru í 2024.
Hinvegin vísa kanningar hjá Havstovuni at útlitini fyri fiskiskapinum eftir toski eru sera vánalig tí í trolingunum tey hava gjørt, hava tey aldrin fingið so lítið av toski sum nú - og harafturat var toskurin, tey fingu, rættiliga rak.
Hinvegin er nógv til at hýsu. Nøgdin av hýsu var minkandi, men tað er framvegis nógv til hóast hon var rættiliga rak. Ein stórur partur av hýsuveiðuni var smáhýsa.
Og í Løgtinginum í gjár róðu Bárður á steig Nielsen fram undir, at tað verður neyðugt at seta onkra skipan í verk sum leiðir fiskiskapinum frá toski meiri yvir í hýsuna.
Men hann legði afturat, at toskastovnurin á Føroya Banka er væl fyri.