Ongi úrslit

Hundafangarin fær sín egna sang

Grandma's Basement
4 tímar síðan

Grandma’s Basement eru nú aftur klárir við nýggjum tónleiki. Nú útgevur bólkurin eitt nýtt og spennandi staklag – hesa ferð við einum heldur óvanligum høvuðspersóni.

Hvussu blívur tann arbeiðssami hundafangarin høvuðspersónur í einum sangi?

Tað fáa lurtarar nú svarið upp á, tá Grandma’s Basement lata sítt nýggjasta staklag úr hondum.

Sangurin snýr seg um hundafangaran í Kvívík. Hann er kendur fyri at verða óførur til sítt arbeiði - So óførur at hann altíð megnar at fanga allar hundarnar í bygdini. Men hvar enda hundarnir, og hví koma teir ikki aftur? Hvar eru border collie hjá Sáru og chihuahua hjá Kláru?

Hetta vilja fólkini, í bygdini, hava svar uppá.

Klaksvíksbólkurin er kendur fyri at skriva stuttligar og fangandi sangir. Sangirnir eru lættir at syngja og eru ofta skrivaðir í skemti, satiru og spei. Bólkurin er eisini kendur fyri sínar lívligu konsertir, har sangirnir altíð verða framførdir við einum skálkasmíli.

Manningin í Grandma’s Basement eru:

Jón Jacobsen, sang

Rógvi á Tjaldrafløtt Olsen, el. gittar og sang

Símun Heimustovu, el. gittar og sang

Hans Andrias Jacobsen, el. gittar, kassagittar og sang

Jóannes Viðbjørg, bass

Thorvald Danielsen, trummur

Lindi Gardar, kassagittar og sang

“Hundafangarin” kann nú hoyrast á stroymingartænastunum Spotify og Youtube.

Youtube

Spotify

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17