Prísirnir á sethúsum í Havn og miðstaðarøkinum eru síðani 2018 hækkaðir skjótari enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum. Munurin millum húsaprísir og inntøkur er sostatt vorðin alsamt størri.
Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum
Í fyrra hálvári 2026 var miðalprísurin á sethúsum í miðstaðarøkinum sjey prosent hægri enn miðalprísurin í 2025.
Tá hædd verður tikin fyri prísvøkstrinum í samfelagnum, var príshækkingin um seks prosent.
Inntøkurnar megna ikki at fylgja við
Sambært Landsbankanum eru inntøkurnar hjá fólki ikki hækkaðar eins nógv og sethúsaprísirnir seinastu tíggju árini.
Høvuðsorsøkin er, at ov fá sethús eru til sølu í mun til eftirspurningin.
Ein mynd hjá Landsbankanum, sum vísir gongdina síðani 1998, staðfestir, at munurin millum sethúsaprísirnar og tøku inntøkuna er vaksin munandi seinastu árini.
Ov fáir bústaðir verða bygdir
Landsbankin vísir á fleiri orsøkir til, at byggingin ikki heldur tørn við vaksandi eftirspurninginum eftir bústøðum.
Hægri byggikostnaður, prísvøkstur, rentuhækkingar og vantandi útstykkingar kunnu hava darvað byggingini.
Samstundis økir fólkavøksturin tørvin á bústøðum.
Harumframt búgva fleiri fólk einsamøll enn áður. Hetta økir eftirspurningin eftir bústøðum og leggur enn størri trýst á sethúsaprísirnar.