Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, vil hava landsstýrið at taka støðu til, um nýggjar reglur skulu setast í verk fyri at avmarka kappbjóðing í sambandi við húsasølu í Føroyum.
Í skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, spyr hon, um galdandi reglur og mannagongdir tryggja húsakeyparum nóg góðar og tryggar umstøður.
Óttast, at ung verða trýst út
Sambært Súsannu Bertholdsen kann tað trýsta húsaprísirnar upp, tá fleiri áhugaðir keyparar bjóða upp ímóti hvørjum øðrum í fleiri umførum.
Keyparar kunnu kenna seg noyddar at bjóða meira, enn fíggjarliga ráðiligt er. Hetta kann serliga raka ung og fyrstuferðkeyparar, sum frammanundan hava trupult við at fáa fígging og uppsparing at røkka til húsakeyp.
Hon vísir eisini á, at fólk, sum leita eftir einum heimi, kunnu koma í kappbjóðing við keyparar, sum hava betri fíggjarligar umstøður og ætla at brúka húsini sum frítíðarhús.
Vil kanna danskar reglur
Súsanna Bertholdsen spyr, um landsstýrismaðurin er sinnaður at kanna møguleikan fyri at seta reglur í verk eftir danskari fyrimynd.
Í Danmark hava ognarmeklarar ikki loyvi at upplýsa áhugaðum keyparum, hvussu nógv onnur hava boðið. Verða afturlatin boð brúkt, skulu tey haldast loynilig til eina ásetta freist, og allir áhugaðir keyparar skulu hava somu fortreytir at bjóða.
Hon minnir samstundis á, at táverandi landsstýrismaðurin í vinnumálum á heysti 2024 boðaði frá, at lóggávan á økinum skuldi eftirmetast.
Nú vil hon hava greiðu á, um landsstýrið ætlar at fylgja málinum upp.