Ongi úrslit

Hvar er Fólkaflokkurin og høgravongurin í Sambandsflokkinum, nú Bárður ætlar at niðurleggja sendistovuna í Ísrael?

Man Bárður á Steig Nielsen ganga ørindi fyri onkran? Og er restin av Sambandsflokkinum samd við formanninum?

Vinjard Johansen
1 tími síðan

Man Bárður á Steig Nielsen ganga ørindi fyri onkran? Og er restin av Sambandsflokkinum samd við formanninum? Ella hvat er tað fyri tekin, vit síggja frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og fiskivinnumálum, tá hann er á veg at slíta eitt samband og samstarv, sum Føroyar hava bygt upp við Ísrael?

Tað er bæði óvæntað og undranarvert, at Bárður á Steig Nielsen nú ætlar at niðurleggja føroysku sendistovuna í Ísrael.
Sendistovan í Tel Aviv lat upp í 2022, og síðani hevur samstarvið gingið við fullari ferð framá. Hetta hevur verið ein av teimum ítøkiligu framgongdunum í føroyska uttanríkispolitikkinum, og útflutningstølini tala fyri seg.

Í 2025 útfluttu Føroyar vørur til Ísraels fyri umleið 52 milliónir krónur, og útlitini fyri 2026 síggja út til at vera enn betri. Tað er tí trupult at skilja hví ein sendistova, og eitt samstarv sum eftir øllum at døma hevur skapt ítøkilig úrslit fyri Føroyar nú skal niðurleggjast.

Hví vil Bárður á Steig Nielsen niðurleggja eina sólskinssøgu fyri Føroyar?
Hvat sigur Fólkaflokkurin? Hvat sigur høgravongurin í Sambandsflokkinum? Hvar eru løgtingsfólkini sum vanliga leggja dent á vinnuligt samstarv, fríhandil og møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum á altjóða marknaðum?

Sum er hava vit lítið hoyrt frá hesum lógtingsfólkum í hesum máli.

Eg vóni – og velji at trúgva – at hetta er eitt solomál hjá Bárði á Steig Nielsen, og at restin av samgonguni fer at steðga hesum.

Men spurningurin stendur eftir:

Hví hoyra vit einki frá hesum fólkum?

Vinjard Johansen
Saltangará

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

14 tímar síðan

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31