“tí eitt barn er okkum føtt, ein sonur er okkum givin; og valdið skal vera á hansara herðum, og navn hansara skal verða kallað Undurfullur Ráðgevi, Mektigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarfursti”(Jes. 9:6). Gud gjørdist menniskja fyri at frelsa okkum úr valdi syndarinnar og myrkursins inn í himmalsins dýrd. Kann nakað vera meira mektigt, meira “magiskt” enn tað?
Men mong brúka orðið jóla-magi, sum um magi hevði nakað við jól at gera. Hetta er ein grov fordreinging av tí sanna týdningi jóla. Ja, tey kristnu jól hava tað yvirnáttúrliga og tað guddomliga í sær. Men lat okkum greiða hugtøkini og munin millum magi og tað kristna yvirnáttúrliga.
Orðið magi hevur í sær trúgvina á, at menniskjan kann stýra og ávirka tað likamliga heimin við yvirnáttúrligum hættum, sum t.d. gandur, rítual og okluttar kreftir. Hvítur magi verður brúktur til at verja, lækna ella at geva eydnu. Svartur magi verður brúktur til at skaða, banna ella at stýra onkrum ímóti teirra vilja. Hetta fevnir eisini um New Age-lærur við teirra andaligu orku, kristal-lækning, tarot-kortum, sjamanismu og nógv meira. Hetta er tað akkurát øvuta av kristnu trúnni.
Vit síggja populærar filmar og sjónvarpssendingar um tað oklutta, t.d. Dracula, The Omen, Twin Peaks og The X-Files. Filmar og røðir við greidum okluttum innihaldi við yvirnáttúrligum verum, spøkilsi, gandakellingum, gandamonnnum, djevulum, vampýrum og fólki, sum hava magiskar kreftir, og ikki minst spøl til okkara børn eru full av magi og okluttismu. Tað løgna er, at allur hesin magi, okluttisma og New Age verður vælkomnin og góðtikin av samfelagnum og fólki yvirhøvur, men tá ið talað verður um tað kristna yvirnáttúrliga; um lækningarundir og andaligar royndir, tá verður tað órógv og talað um bann, “sekt-merking”. Hví er tað so?
Fyri kristin, sambært teirra Bíbliu og trúgv, er tað ein støðugur andaligur bardagi millum Gud og Djevulin, millum Guds ríki og valdi myrkursins. Málsetningurin hjá tí Illa er at venda menniskjuna burtur frá Gudi, skapa kaos og draga so mong sum gjørligt við sær inn í oyðilegging. Eyðkenni eru lygn, hat, oyðilegging, girnd, baktaling, øvund, illskapur, og harvið magi, okluttisma - alt tað, sum verður kallað “synd.” Demonar, fallin einglar og illar andaligar kreftir eru virknar í at villleiða og føra henda bardaga ímóti Gudi, so at menniskjan ikki verður frelst, tað er, bjargað inn í Guds ríki og hansara “síðu á vøllinum". Á Guds síðu eru Gud Faðir, Jesus Kristus og Heilagi Andin, eins og milliardir av einglum og tvey milliardir kristin. Eyðkenni eru ljós, kærleiki, friður, sannleiki, satt lív, heilagleiki og skipan. Jesus segði: “av teirra frukt skulu tit kenna træið”. Hvat gevur hjarta tínum kærleika uttan svik, huga tínum ein frið, sum varir, eina markaleysa fyrigeving og eina trygga vissu um ævigt lív í Himli?
Svarið hjá teimum kristnu í 2000 ár er Jesus, Frelsarin, sum kom til okkara. Tað er jóla yvirnáttúrliga hendingin, at Guds Sonur varð givin okkum. Tað er jóla guddomliga nærvera. Tað er í hjartans møti við Jesus, at veruligur, guddomligur “magi” hendir; har eitt teppi av kærleika leggur seg um okkara frysta sál, har okkara óttafullu tankar og kenslur verða lagdir sum bummull í djúpum friði, og undrið hendir av Guds heilagu og dýrdarfullu nærveru. Hetta er veruligur “jóla-magi”. Tá kunnu tú og eg venda okkara fet ímóti tí kirkju, sum skínur í myrkrinum, stíga inn úr kuldanum og verða vælkomnin inn í hitan sum villtar seyðir, sum finna vegin heim í faðirfavnin. Gleðilig jól.