Ongi úrslit

Hví kann tað gera okkum sjúk

Bakteriur kunnu eisini vaksa í rísi

Jóhanna Højgaard
18. mai kl. 12:00

Heilsufrøðingar frá millum annað Fødevarestyrelsen, ávara ímóti at goyma sushi ov heitt. Hetta tí tað kann geva góð kor hjá vandamiklum bakterium at vaksa.

Serliga sushi við ráum fiski, skeljadjórum og rísi kann gerast heilsuskaðiligt, um tað ikki verður goymt nóg kalt.

Millum tær mest vanligu bakteriurnar er Salmonella, sum kann elva til Salmonellose. Sjúkan kann geva diarré, fepur, pínu í búkinum og spýggju, og sjúkueyðkennini vísa seg ofta innan fáar tímar upp til trý samdøgur eftir, at maturin er etin.

Eisini bakterian Listeria monocytogenes er ein váði. Hon kann elva til Listeriose, ið serliga er vandamikil hjá barnakonum, eldri fólki og teimum, sum hava veika immunverju. Í álvarsligum førum kann sjúkan føra til blóðeitran, heilabólgu og skaða á fostrið hjá barnakonum.

Bakteriur av slagnum Vibrio, sum kunnu finnast í fiski og skeljadjórum, kunnu eisini vaksa í illa goymdum sushi. Tað kann elva til Vibriose við álvarsamari diarré, búkverkjum og febri.

Harumframt kunnu bakteriur sum Staphylococcus aureus framleiða eiturevni í matinum, um sushi stendur ov leingi við stovuhita. Hetta kann geva brádliga kvalmu, ógvusliga spýggju og magakrampa longu eftir fáum tímum.

Eisini sushi-rís er serliga viðbrekið. Bakterian Bacillus cereus kann vaksa í rísi, sum ikki verður nóg væl kølt niður ella sýrað rætt.

Mælt verður til, at sushi altíð verður goymt undir 5 hitastigum, og at tað ikki stendur við stovuhita í meira enn umleið tveir tímar. Í heitum veðri eigur maturin at verða etin ella koyrdur í køliskápinum sum skjótast.

Læknahjálp eigur at verða leitað, um fólk fáa blóðuga diarré, høgan fepur, tekin um vætutrot ella álvarsom sjúkueyðkenni, sum vara í fleiri dagar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14