Ongi úrslit

Hvíta Húsið vísir samrøðu við Infantino aftur

Avvíst av Hvíta Húsinum

© Reuters
Jóhanna Højgaard
4. august kl. 23:51

Sambært New York Post og fremsta fótbóltsfrásøgufólkinum hjá BBC, Simon Stone, skuldi Gianni Infantino havt eina telefonsamrøðu við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, fyri at fáa stuðul mitt í teimun hørðu atfinningunum hann er undir.

Hetta vísir Hvíta Húsið tó aftur. Hjálpar-statsskrivarin fyri altjóða almenn viðurskifti, Dylan Johnson, skrivar á X:

– Tað eru ongar ætlanir um, at Marco Rubio skal tosa við Infantino, og eingin telefonsamrøða er á skránni. New York Post eigur at kanna sínar keldur betur, ella teir kundu bara spurt okkum.

Sambært New York Post royndi Infantino at fáa fatur á Donald Trump, við persónliga at ringja til hansara.

Tá tað ikki eydnaðist, skuldi ætlanin í staðin vera ein telefonsamrøða við uttanríkisráðharran, men tað er nú avvíst av Hvítu Húsinum.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39