Bíðilistin til børn og ung, sum skulu útgreinast, veksur. Tað er gott, at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp. Men gongdin við at tørvurin á hjálp er so stórur, eigur eisini at fáa okkum at spyrja, um vit hava bygt eitt samfelag, sum veruliga rúmar øllum børnum. Gera vit nóg mikið fyri, at hvørt einstakt barn sleppur at blóma?
Øll børn eru ymisk. Hava ymiskar gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum.
Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd og mest av øllum evnið til at hugsa sjálvstøðugt.
Tískil eiga vit ikki bert at máta børnini út frá fakligum úrslitum, men eisini øðrum persónligum eginleikum. Tí ikki øll børn eru bókliga sterk. Summi trívast best við handaligum og kreativum arbeiði. Onnur hava serligar sosialar gávur og duga framúr væl at arbeiða saman við øðrum. Allir hesir eginleikar hava virði, og samfelagið hevur brúk fyri øllum.
Harafturat hevur tað eisini stóran týdning, at børn sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey duga og hava nakað at geva. Harafturat eiga vit at hava skipanir, sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera mistøk. Tað er júst á hendan hátt, at tey vaksa.
Foreldur hava sjálvsagt høvuðsábyrgdina av uppalingini. Men tá børnini brúka ein stóran part av degnum í dagstovnum og í skúla, hava vit øll eina felags ábyrgd at skapa umhvørvi, har børn kenna seg trygg, verða sædd og læra virðini, sum bera eitt gott samfelag.
Í Føroyum hava vit allar fortreytir at skapa heimsins besta samfelag fyri børn. Men tað krevur, at vit tora at hugsa øðrvísi og laga skipanirnar til børnini, heldur enn at vænta, at øll børn passa inn og laga seg til skipanina.
Tí sum orðatakið sigur, so syngur hvør fuglur við sínum nevi. Soleiðis er eisini við børnunum. Tey skulu ikki kroystast inn í sama form. Tey skulu fáa møguleikan at finna sína egnu rødd, brúka síni evni og sínar gávur.
Fía Selma Nielsen,
tingkvinna fyri Fólkaflokkin