Ongi úrslit

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

Umleið 50 venjarar tóku lut á tveimum fakligum temakvøldum, sum fyrr í mánaðinum vóru sett á skrá við Margáir og í HB-húsinum. Á temakvøldunum varð ljós varpað á, hvussu feløg best kunnu menna og avbjóða teimum bestu í gentufótbólti

© Mynd: fsf.fo/Jóhanna Thomsen
FSF/Hans Erik Danielsen
7 tímar síðan

Undirtøkan var góð fyri temkvøldunum um menning av breiddar- og úrvalsspælarum á gentu- og kvinnusíðuni, sum fyrr í mánaðinum vóru fyriskipaði í felagshúsinum hjá EB/Streymi við Margáir og í HB-húsinum.

– Endamálið var at seta fokus á ein bólk av leikarum, sum ofta fær minni ans í kjakinum um menning, nevniliga tær fremstu genturnar. Dentur varð lagdur á, hvussu venjarar kunnu tryggja teimum røttu avbjóðingarnar í gerandisdegnum til venjingar, sigur Pætur Smith Clementsen, ið saman við Eli Nolsøe Leifsson stóð fyri tiltakinum.

Umframt framløgur og venjing var eisini rúm fyri kjaki millum luttakararnar. Her varð serliga tosað um týdningin av at tillaga venjingarumhvørvið til úrvalsspælarar og finna hóskandi avbjóðingar, eisini nevnt “matching”, til einstøku leikararnar.

Ein loysn kann vera at flyta leikarar upp í eldri aldursbólkar, men sambært Pæturi er ein annar møguleiki, ið mangan er ov lítið brúktur: Tað er at lata gentur venja saman við dreingjum, har tær kunnu fáa aðrar og størri avbjóðingar í venjingunum.

– Bæði við Margáir og í Havn varð vant við blandaðum bólkum av gentum og dreingjum, har dreingirnir vóru tvey ár yngri. Hetta riggaði væl, tí genturnar máttu venja seg við hægri ferð og skjótari avgerðir, meðan dreingirnir kundu læra av eldru leikarunum, sigur Pætur Smith Clementsen.

Tilsamans luttóku umleið 50 venjarar á teimum báðum kvøldunum. Vónin er, at tiltakið hevur sett evnið á breddan og givið venjarum íblástur til, hvussu teir kunnu menna allar gentuleikarar í feløgunum – eisini tær allarbestu.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12