Ongi úrslit

Í dag ber til at vitja umborð á Jákup Sverra

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni sum er í dag - fríggjadagin 24. september

Tíðindaskriv
24. sepember 2021 kl. 10:24

Hesa ferð liggur Jákup Sverri við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið, og Havstovan bjóðar øllum vísindavøkugestum umborð at síggja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið.

Skipið er opið frá klokkan 9 til 16, har vitjandi millum annað sleppa at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna. Eisini eru fólk frá Havstovuni og manningin tøk at greiða frá, hvat skipið kann brúkast til.

Umframt at Jákup Sverri er opin fyri vitjandi, so hava tveir av granskarunum á Havstovuni eisini fyrilestrar í Kongshøll. Klokkan 11 hevur Karin Margretha Húsgarð Larsen fyrilestur um evnið "Fer Golfstreymurin at steðga?" Og klokkan 14 hevur Ian Salter fyrilestur um evnið "A climate mitigation strategy using marine algae? An example of scientific misrepresentation for economic gain".

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.

Skráin sæst her.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

Í gjár kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01