Í dag mánadagin 23. november eru liðin 60 ár síðani, at Fimleikafelagið Støkk varð stovnað. Í tí sambandi verður almenn móttøka og bókaframløga í Bylgjuni klokkan 17.
Stórt arbeiði er lagt í at gera eina Støkkbók, sum greiðir frá fyrstu 60 árunum hjá felagnum. Bókin, sum Ingolf S. Olsen hevur skrivað og Helgi Jacobsen hevur ritstjórnað, er 350 síður. Bókin kostar 299 kr, men á stovningardegnum fæst hon signerað fyri 250 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda henda stóra dagin saman við okkum, skrivar Støkk, sum bjóðar kaffi og føðingardagskøku.