Í dag fer løgreglan at hava venjingar bæði í Havn og á Sandi. Frá nú klokkan 9 til klokkan 13 í dag, hevur løgreglan venjingar í miðbýnum í Havn og frá klokkan 13 til klokkan 17 í í dag verða venjingar á Sandoynni, beint við Sands bygd.
Løgreglan sigur, at hesar tíðirnar er væntandi, at nógv løgreglufólk og løgreglubilar - verða at síggja í miðbýnum og við Sands bygd, og fólk fara eisini at verða handtikin - men talan er altso bara um venjingar.