Í hesum málinum eigur Bárður á Steig Nielsen næstan ongan góðan Í hesum málinum eigur Bárður á Steig Nielsen næstan ongan góðan
Sum vit skrivaðu í gjár, hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta smærri útróðrarbátum, sum ikki eru fult riknir, 750 fiskidagar afturat. Hetta er eitt uppskot, næstan øll í vinnuni venda sær ímóti, men tað hevur ikki rinið við landsstýrismannin. Føroya Reiðarafelag tekur ikki undir við uppskotinum og mælir til, at tað verður tikið aftur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag mælir frá at fremja lógaruppskotið. Felagið heldur, at uppskotið skeiklar skipanina og Meginfelag Útróðrarmanna hevur somu støðu. Felagið vísir á, at uppskotið hevur onga heimild í sjófeingislógini og tað er heldur ikki í samsvari við umsitingarætlanina. Hetta er ein serlóg, ið ikki á nakran hátt samsvarar við førdan fiskivinnupolitikk, sigur Meginfelag Útróðraranna. Havstovan mælir frá at geva hesum bólkinum fleiri fiskidagar. Havstovan vísir á, at toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið illa fyri í nógv ár, at gýtingarstovnurin enn er undir lágmarkinum. Í eini slíkari støðu eigur veiðitrýstið ikki at verða økt, sigur Havstovan. Føroya Fiskimannafelag tekur heldur ikki undir við lógaruppskotinum. Felagið vísir á, at síðan umsitingarætlanin varð gjørd í 2019, hevur hon latið marknaðir, sum kravdu MSCgóðkenning, upp, serliga fyri hýsu til bretska marknaðin og upsa til Fraklands og Týsklands. – Felagið kann tí ikki taka undir við, at ein ávísur bólkur í fiskidagaskipanini fær fleiri dagar, og at MSC-góðkenningin verður sett í vanda. Harumframt vísir felagið á, at fiskidagarnir hjá øðrum skipabólkum eru skerdir, at fleiri línuskip eru løgd, og at manningar hava mist sítt arbeiði. Føroya Ráfiskakeyparafelag mælir staðiliga frá, at uppskotið verður samtykt í verandi líki. Felagið metir, at uppskotið víkir frá grundarlagnum undir fiskidagaskipanini. Felagið vísir eisini á, at uppskotið kann hava neiligar avleiðingar fyri burðardyggu umsitingina av toskastovninum, Ráfiskaseljarafelagið tekur heldur ikki undir við uppskotinum. Tey einastu, sum til fulnar taka undir við ætlanini, er Suðurstreymoyar Útróðrarfelag og eisini felagið fyri trolbátar halda, at uppskotið er positivt. Men felagið vísir samstundis á, at umsitingarætlanin ikki longur verður fylgd, og at støðan í fiskidagaskipanini eigur at verða viðgjørd í síni heild heldur enn bert fyri smáar útróðrarbátar. Men landsstýrismaðurin heldur fast um ætlanina, tí hann sigur, at talan er um eina serliga støðu og at tíðarskeiðið er sera avmarkað. Hetta er nevniliga bara galdandi hetta fiskiárið sum endar nú, 31. august.
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Deyðatalið komið upp á 67
1. august kl. 11:30
Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina
1. august kl. 10:46
Spania setur upp 500 metra langa forðing
2. august kl. 07:00
Tað pínur løgtingsmannin av álvara
3. august kl. 11:41
49.000 fólk brustu inn í Spania
31. juli kl. 10:58
Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting
29. juli kl. 22:59
Leys størv
Handilsfólk við námsfrøðiligari ábyrgd
Umsóknarfreist: 11.08.2026
Maskinmeistari ella handverkari til kryvjivirkið í Vági
Umsóknarfreist: 10.08.2026
Fíggjarleiðari til Runavíkar kommunu
Umsóknarfreist: 07.09.2026
LÍV søkir stjóra
Umsóknarfreist: 04.08.2026
Køks- og reingerðarfólk við námsfrøðiligari ábyrgd
Umsóknarfreist: 11.08.2026