Í kvøld vóru tveir teir fyrstu dystirnir í 23. umfari, og í morgin vera tríggir teir síðstu dystirnir undan landsliðssteðginum. 24. umfar verður 20. og 11. oktober.
Í Gundadali vann NSÍ torføra útidystin ímóti B36 2-1. Úrslitið kann bera við sær, at B36 av álvara fer at missa í kappingini um europeisku atgongumerkini. Tað valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá kappingarneytunum um europeisku plássini í morgin. HB fær í morgin vitjan av AB, og steypavinnararnir í Víkingi fara í Sarpugerði at spæla ímóti 07 Vestur.
Í Klaksvík var KÍ favorittur ímóti Skála, og har endaði tað 2-2. Hetta var onnur ferðin í ár, at Skála vann stig í Klaksvík. 3. mai, á krossmessu, endaði tað við málleysum javnleiki, tá ið skálamenn vóru í Klaksvík.
Tølini siga, at heimavøllurin ikki er tann skansin hjá KÍ, sum hann hevur verið fleiri tey seinastu árini. Í seks teimum seinastu heimadystunum hevur KÍ vunnið átta stig.
Úrslitini í kvøld bera við sær, at NSÍ, nú tað eru fýra umfør eftir av hesum kappingarárinum, hevur 48 stig og er trý stig frammanfyri KÍ, sum hevur 45 stig. HB er á triðja við 38 stigum. Í fyrsta umfarinum eftir landsliðssteðgin fara HB og KÍ at spæla í Gundadali.
Skráin hjá NSÍ í fýra teimum síðstu umførunum sær á pappírinum betri út, enn hon sær út hjá KÍ.
NSÍ: Skála ÍF (ú), 97 Vestur (h), HB (h), B68 (ú)
KÍ: HB (ú), B68 (h), B36 (ú), Víkingur (h)
Leygardagin 19. september
Víkingur – 07 Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.30
B68 – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.30
HB – AB: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.30
NSÍ | 23 | 14 | 6 | 3 | 47 | 26 | 48 |
KÍ | 23 | 12 | 9 | 2 | 45 | 21 | 45 |
HB | 22 | 11 | 5 | 6 | 40 | 27 | 38 |
B36 | 23 | 9 | 8 | 6 | 33 | 28 | 35 |
Víkingur | 22 | 8 | 10 | 4 | 31 | 24 | 34 |
AB | 22 | 7 | 3 | 12 | 30 | 38 | 24 |
EB/Streymur | 22 | 6 | 5 | 11 | 27 | 36 | 23 |
Skála | 23 | 5 | 8 | 10 | 25 | 37 | 23 |
07 Vestur | 22 | 5 | 3 | 14 | 18 | 38 | 18 |
B68 | 22 | 4 | 5 | 13 | 22 | 43 | 17 |