Í morgin fer Løgtingið at fella eitt uppskot - fyri fimtu ferð upp á níggju ár.
Tað er uppskotið frá Miðflokkinum um at aðrar ansingarloysnir skulu verða javntsettar við kommunalu ansingarstovnar.
Í verki merkir tað, at kommunur kunnu fáa sær eina skipan, har foreldur, sum skipa sína egnu barnaansing, skulu fáa gjald fyri tað. Hetta gjaldið skal svara til gjaldið, kommunan annars rindar fyri at hava barnið í kommunala barnagarðinum ella í vøggustovuni.
Men nú Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, vísir tað seg, at eingin tekur undir við tí. Tvørturímóti er Mentanarnevndin samd um at mæla Løgtinginum til at fella uppskotið.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Hetta er nevniliga fimtu ferð síðani 2017, at Løgtingið viðger sama uppskot.
Tríggjar ferðir í 2017 og 2018 legði Fólkaflokkurin sama uppskot fyri Løgtingið. Og fyri einum ári síðani legði Rósa Gaardlykke Tyril, sum hevði sætið í nakrar dagar fyri Miðflokkurin eisini uppskotið fyri Løgtingið.
Hvørja ferð hevur Løgtingið kortini felt uppskotið.
Men har Miðflokkurin hesa ferð stendur einsamallur, hava bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tikið undir við uppskotinum allar hinar ferðirnar, so tá hava tað bara mangla tvær, tríggjar atkvøður í fyri at fáa tað samtykt.
Men nú er støðan broytt tí hesa ferð taka Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin í Mentananarnevndini hjá Løgtinginum heldur ikki undir við tí.