Ongi úrslit

Ian Andersen heimsmeistari í gokart

Var skipað sum átta koyringar yvir fýra dagar

© Instagram
Jóhanna Højgaard
4. august kl. 22:45

Føroyski gokartkoyrarin Ian Andersen hevur vunnið heimsmeistaraheitið í Master-flokkinum fyri koyrarar yvir 40 ár. 

Kappingin var í Vandel í Jútlandi, har heimsins bestu Master-koyrarar vóru savnaðir.

HM-kappingin var skipað sum átta koyringar yvir fýra dagar, har stig vóru latin eftir hvørja kapping.

Undan seinastu koyringini var spenningurin stórur. Ian Andersen lá á odda, men hevði harða kapping frá týskaranum Ali Nouranian, José Burillo úr Spania og dananum Jesper Jyde. Allir fýra høvdu møguleika at vinna gullið.

Í avgerandi seinastu koyringini stóð Ian Andersen seg best. Hann endaði frammanfyri sínar nærmastu kappingarneytar og tryggjaði sær sostatt heimsmeistaraheitið.

Sigurin hevði serligan týdning fyri Ian Andersen, tí heimsmeistarakappingin varð hildin á breytini í Vandel, sum hann kennir væl og metir vera sína heimabreyt.

Hetta er aðru ferð, at Ian Andersen vinnur HM-heitið í Master-flokkinum. Hann vann eisini gullið í 2023.

Í sambandi við heimsmeistarakappingina hevur danska teknmál-sendingin Udsyn, fylgt Ian Andersen í fyrireikingunum, har dentur verður lagdur á venjing, kosthald og mentala fyrireiking. 

Sendingin verður send á DR2 29. august.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

22 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39