Ongi úrslit

ICES: Eingin longa eigur at verða fiskað undir Føroyum í 2027

ICES mælir aftur til fullan steðg í fiskiskapinum eftir longu undir Føroyum, meðan veiðan eftir gulllaksi kann økjast munandi í 2027.

Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES mælir til, at eingin longa verður fiskað undir Føroyum í 2027. Tað er fjórða árið á rað, at sama tilmæli verður givið.

Orsøkin er lítil tilgongd seinastu árini. Samstundis eru forsagnirnar óvissar, og gýtingarstovnurin verður mettur at sveiggja um niðasta vandamarkið, sum er 9.340 tons.

Havstovan vísir á, at veiðan undir Føroyum hevur verið um miðal og oman fyri miðal seinastu trý árini.

Gulllaksur kann økjast

Hinvegin mælir ICES til, at veiðan eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland kann vera í mesta lagi 22.865 tons í 2027. Tað er 24 prosent meira enn tilmælið fyri 2026.

Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni, tí eingin millumlandaavtala er um kvotubýtið av gulllaksi í økinum.

Fyri aðrar stovnar mælir ICES til, at veiðan eftir blálongu minkar 41 prosent. Tilmælið fyri svartkalva er nærum óbroytt, meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 5 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14