Ongi úrslit

ÍF fær útlendskan málverja

Hann er 202 cm høgur og ættaður úr norðurmakedonia

ÍF Fuglafjørður
26 minuttir síðan

ÍF skrivar soleiðis í kvøld:

Tað er við gleði, at vit í kvøld kunnu boða frá, at vit hava skriva sáttmála við 26 ára gamla David Denkovski.

Málverjin, sum er úr Norðurmakedonia, kemur til okkum úr felagnum HSK Posusje, sum er úr Boznia-Herzegovina.

202 cm høgi málmaður er ikki eitt púra óskrivað blað í føoyskum fótbólti, tí hann hevur 3 ferð verið við Norðurmakedonska U21 landsliðnum, tá teir hava spælt móti Føroyum. Í september 2020 sat hann á beinkinum á Tórsvølli, tá Norðurmakedonia vann 1-0, ímeðan hann spældi báðar dystirnar í ávikavist 2021 og 2022, tá dystirnir landanna millum endaðu við einum 1-1 javnleiki og einum 1-0 sigri til Føroyar. Afturat hasum báðum dystunum móti Føroyum, hevur hann umboðað sítt U21 landslið 12 afturat, so hann tilsamans hevur spælt 14 dystir fyri Norðumakedonska U21 landsliði.

David Dendovski hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27