Tórsfest í Havn leyp av bakkastokki í gjár, men sambært løgregluni hevði tiltakið lítið at siga fyri arbeiðsbyrðuna hjá teimum.
Vaktleiðarin á politistøðini upplýsir, at nakrar fráboðanir komu um larm, og at nøkur fólk vóru so ávirkað av rúsdrekka, at tey høvdu tørv á hjálp.