Fyrri hálvleikur av ólavsøkuni er farin aftur um bak, men tað er synd at siga, at veðrið hevur verið til vildar. Til tíðir regnaði rættiliga illa og tað var eisini nakað av vindi.
Løgreglan ivast ikki í, at tað hevur havt sína ávirkan við tað, at fólk hava hildið seg meiri innandura enn onkra aðra ólavsøku.
Men tað er altíð nógv fólk í býnum á ólavsøku og tað var tað eisini í nátt. Hinvegin sigur løgreglan, at tey hava havt sertakliga lítið at gera.
Tað hevur ikki verið øðrvísi enn eitt vanligt vikuskifti, sigur løgreglan.
Seinnapartin í gjár tóku tey eitt deyðadrukkið fólk upp av vegnum og tað svav so rúsin av sær hjá løgregluni áðrenn tað varð slept út aftur.
Seinni í nátt vóru boð eftir løgregluni tí at ein maður var so ólátaður, at fólk vóru ikki trygg við støðuna. Tá ið løgreglan kom á staðið var maðurin so óstýriligur, at hann varð handtikin og lagdur í brummuna. Hann slapp út aftur fyrr í morgun, men tað var við eini bót upp á 1.500 krónur í lummanum.
Og í nátt varð ein bilur steðgaður í Vágum, men tað vísti seg, at bilførarin var ikki edrúur. Tí varð hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd varð tikin av honum.
Løgreglan sigur, at síðani samarittarnir hjá Reyða Krossi blivu ein fastur partur av ólavsøkuni, hevur tað lætt heilt munandi um arbeiðsbyrðuna hjá løgregluni, tí samarittarnir taka sær av øllum tí vanliga, sum altíð tekur seg upp tá ið túsundtals fólk eru saman í veitslulagi.