Ongi úrslit

innbjóðing til Friðargongu í Tórshavn hósdagin 23. Juli kl. 19:00

Føroyingar fyri friði
17 tímar síðan

Friðarrørslan bjóðar til árliga afturvendandi friðargongu hósdagin 23. juli 2026 kl. 19:00. Vit hittast á Vaglinum, uttanfyri Løgtingshúsið, haðani gingið verður út í Tinganes, og umvegis Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið.

Johan Dahl, løgtingsformaður og Rói Reynagarð Patursson, yrkjari, siga nøkur orð. Rani Nolsøe framførir nakrar sangir.

Friðargongan í ár er tann triðja í røðini síðani friðartiltøkini byrjaðu í 2024. Tað er framvegis kríggj í Evropa og aðrastaðni í heiminum, har ósek menniskju – børn, kvinnur og menn, sivil og herfólk – lata lív. Tað tykist tíverri sum um, at kríggini ongan enda taka.

Friðargongan hevur enn sum áður til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Samtíðis er endamálið, at varpa ljós á polariseringina millum fólkasløg og samfelagsbólkar, ið tíverri sær út til at økjast við fígginda- heldur enn vinamyndum.

Útreiðslur hjá flestu londum til hernaðarútgerð, ið eisini fevnir um kjarnorkuvápn, bara økist. Samtíðis taka stórveldini alt meira vald á sjálvstøðugum londum uttan um ST. Heimspolitikkurin er í broyting. Stórveldini seta lond upp ímóti hvørjum øðrum heldur enn at sameina tey

Kríggj kunnu elva til Fólkamorð, sum Holocaust dagurin á hvørjum ári minnir okkum á ikki má henda aftur.

Føroyar eru partur av heimssamfelagnum og kann sum land við tí fólki, her býr, hava positiva ávirkan á, at okkara næsti – samborgari í øðrum landi – ikki doyr av krígsávum. Tí er neyðugt við afturvendandi friðargongum eisini her hjá okkum, har vit í felag og í friði, vilja vísa samkenslu við teimum líðandi í londum, har yvirgangur og kríggj herja.

Samtíðis vilja vit við Friðargonguni vísa politisku stjórnunum í Føroyum og Danmark á, at tær mótvegis heimsins leiðarum vísa á týdningin við diplomatiskum loysnum heldur enn við áhaldandi vápnadubbing, tí hon stuðlar bara undir einari øktari polarisering og spjaðing millum heimsins fólkasløg.

Við vón um góða undirtøku í sambandi við Friðargonguna 23. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur; men at vit við Friðargonguni, í felag – og hóast ymisk sjónarmið - vísa á týdningin, at heimsins fólkasløg fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.

Fólk eru vælkomin, at hava ljós og fløgg ella onnur frámerki við sær í sambandi við Friðargonguna, sum ímynd av eini vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:

Á bonaðum gólvum ílatin vápnaklædning

á stirvnum krígsfløtum líkverju.

Gævi mótsetningar kunnu hittast í øðrum búna!

Tórshavn, 20. juli 2026

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

Henrik Weihe Joensen, forfólk

Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur

Petur Asano, nevndarlimur

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

20 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00