Ongi úrslit

Integratión í Føroyum: Eitt lítið tiltak gjørdi stóran mun

Hugnakvøld fyri ukrainar góvu nýkomnum tryggleika, kunning og felagsskap. Tiltakið steðgaði, tá ið tørvurin og uppmøtingin minkaðu.

© Útlendingastovan.
Útlendingastovan hevur steðgað afturvendandi hugnakvøldunum fyri ukrainsk flóttafólk.
Edmund Jacobsen
4. august kl. 12:00

Útlendingastovan hevur steðgað afturvendandi hugnakvøldunum fyri ukrainsk flóttafólk. Avgerðin varð tikin, eftir at tørvurin og eftirspurningurin minkaðu, og markið fyri 250 uppihaldsloyvum var rokkið.

Hugnakvøldini byrjaðu í januar 2023. Starvsfólk á Útlendingastovuni høvdu tá lagt til merkis, at fleiri ukrainar stríddust við einsemi, ótryggleika, stúran og vantandi sosialt netverk.

Tiltakið skuldi vera eitt óformligt frírúm og ein brúgv inn í føroyska samfelagið. Hugnakvøldini vóru eina ferð um vikuna á Føroya Fólkaháskúla í Tórshavn.

Fastir karmar skaptu tryggleika

Eftirmetingin vísti, at fastur dagur, føst tíð, kent stað og kend andlit høvdu stóran týdning. Tiltakið var ókeypis, og tað var lætt at møta upp.

Á skránni vóru millum annað borðspøl, skapandi virksemi, rørsla, lektiuhjálp og kunning um føroyska samfelagið. Eisini varð skipað fyri útferðum, hátíðarhaldum, føroyskum dansi og felags máltíðum við føroyskum og ukrainskum mati.

Myndugleikar, stovnar og felagsskapir vitjaðu eisini hugnakvøldini og veittu praktiska kunning og vegleiðing.

Náddi ikki øllum

Royndirnar vístu eisini avmarkingar. Fólk, sum búðu uttan fyri Havnina, høvdu verri møguleika at luttaka, og fáir menn komu til vanligu hugnakvøldini.

Við tíðini vóru tað serliga nýkomnir ukrainar, sum nýttu tilboðið. Tá ið luttakararnir fingu arbeiði, netverk, frítíðarítriv og fastari gerandisdag, minkaði tørvurin.

Útlendingastovan staðfestir, at hugnakvøld ikki kunnu standa einsamøll í integratiónsarbeiðinum. Men eitt einfalt tiltak við avmarkaðum útreiðslum kann styrkja trivnað, tryggleika og felagsskap, júst tá ið nýkomin hava mest brúk fyri tí.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39