Fyri nøkrum døgum síðani sendi formanskapur fólkatingsins eina áheitan til Olympisku Nevndina, um at Føroyar og Grønland skulu sleppa at luttaka í OL undir egnum flaggi.
Nú er svarið komið, skrivar apnews.com
Olympiska nevndin skrivar, at Føroyar og Grønland lúka ikki treytirnar fyri upptøku. Treytirnar eru at landið er “eitt sjálvstøðugt ríki, ið er viðurkent av altjóða samfelagnum”.
– Henda støðan er greitt og týðiliga fráboðað teimum viðkomandi pørtunum fleiri ferðir gjøgnum seinastu árini, sigur IOC.
Føroyingar mugu tí framhaldandi kappast á Olympisku leikunum undir Dannebrog.