Ongi úrslit

Írsk fiskivinna í øðini: ES hevur eina reglugerð fyri Ísland og eina aðra fyri Írland

Ísland kann fáa serliga viðgerð í fiskivinnumálum, um landið tekur stig nærri ES-limaskapi. Nú krevur írska fiskivinnan somu viðgerð.

© Visit Ireland.
Uppisjóvarskip við bryggju í írska havnabýnum Killybegs.
Edmund Jacobsen
3. juli kl. 17:30

ES verður skuldsett fyri dupultmoral, eftir at boð eru komin um, at Ísland kann fáa serligar treytir í fiskivinnumálum, um landið tekur upp aftur samráðingar um ES-limaskap.

Tað skrivar Irish Fishing & Seafood Alliance, IFSA, í hvassari viðmerking. Felagsskapurin vísir á, at umrøtt er, at Ísland kann fáa undantøk ella størri frælsi frá felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, tí landið er ein oyggjatjóð við ríkum fiskatilfeingi.

IFSA heldur, at sama loysn eigur at vera galdandi fyri Írland.

Ísland fer á fólkaatkvøðu

Íslendingar fara á fólkaatkvøðu 29. august um, hvørt landið skal taka upp aftur formligar samráðingar um ES-limaskap.

Írska fiskivinnan er ikki nøgd við boðini úr ES. IFSA sigur, at Írland bert fær 14 prosent av kvotunum í sínum egna sjóøki, meðan onnur ES-lond fáa meginpartin.

Felagsskapurin sigur, at hetta í fleiri áratíggju hevur skert írsku fiskimøguleikarnar. Samstundis hava onnur limalond, sambært IFSA, bygt nýggj skip og økt veiðitrýstið í írskum sjógvi.

Felags fiskivinnupolitikkurin undir trýsti

IFSA vísir eisini á, at ES-kommisserurin fyri fiskivinnu, Costas Kadis, hevur nevnt møguleikan fyri størri liðileika, sum skal gera tað lættari hjá Íslandi at gerast ES-limur.

Tað fær felagsskapin at spyrja, hví ES er sinnað at viðurkenna, at Ísland er serliga bundið at havtilfeingi, men ikki Írland.

IFSA fer longur og sigur, at fær Ísland undantøk frá felags fiskivinnupolitikkinum, er tað í roynd og veru ein viðurkenning av, at skipanin hjá ES ikki virkar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07