Ongi úrslit

Ísland: Lodnukvotan fer at hækka 81 prosent

Nýggj ráðgeving bendir á 81 prosent størri lodnukvotu til íslendingar, og virðið av næstu veiðitíðini kann tísklil koma upp á nærum 3,7 milliardir danskar krónur.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Íslendska lodnuveiðan kann standa framman fyri einari av mest virðismiklu veiðitíðunum í fleiri ár. Nýggj ráðgeving frá íslendsku havrannsóknarstovuni mælir til eina heildarkvotu á 358.000 tons, sum er ein munandi øking.

81 prosent størri kvota

Av samlaðu kvotuni verða umleið 272.000 tons latin íslendskum uppsjóvarskipum. Tað er ein øking upp á 81 prosent samanborið við umleið 150.000 tons á seinastu veiðitíð.

Verður ráðgevingin fylgd, og marknaðarprísirnir halda sær á sama støði, kann lodnuveiðitíðin fáa eitt samlað avreiðingarvirði á 64 til 72 milliardir íslendskar krónur. Tað svarar til umleið 3,3 til 3,7 milliardir danskar krónur.

Heystkanningar kunnu broyta myndina

Í januar metti Gunnþór Ingvason, stjóri í Síldarvinnsluni og formaður í Samtøkunum fyri fyritøkur í sjóvinnuni, at veiðitíðin fyrr í ár fór at geva 35 til 40 milliardir íslendskar krónur. Við nýggju kvotuætlanini kann virðið sostatt nærum tvífaldast.

Kortini er einki endaliga avgjørt enn. Havrannsóknarstovnurin fer at dagføra ráðgevingina eftir heystkanningarnar, sum kunnu broyta metingina bæði upp og niður.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Í gjár kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

7 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

22 tímar síðan

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

11 tímar síðan