Vøksturin stavar frá framleiðslu av laksi. Í 2025 framleiddu íslendskir alarar tilsamans 64.417 tons av ósløgdum alifiski. Tað var ein vøkstur upp á 17 prosent samanborið við árið frammanundan.
Laksur var framvegis nógv størsta framleiðslan og vaks 19 prosent til 58.717 tons, meðan aling av bleikju vaks 8 prosent til 5.141 tons.
Meira útflutt – men lægri virði
Hóast størri nøgdir av fiski fóru av landinum, fylgdi virðið ikki við. Útflutningsvirðið av íslendskum alivinnuvørum var 2,8 milliardir DKK í 2025, sum svarar til eitt fall upp á 1 prosent samanborið við 2024.
Samstundis vaks útflutta nøgdin 12 prosent til 48.585 tons. Laksavørur stóðu einsamallar fyri umleið 2,6 milliardum DKK av samlaða virðinum.
Føroyar framvegis størri í laksaaling
Samanborið við Føroyar er íslendska laksaalingin munandi minni. Sambært tølunum framleiddu Føroyar 89.514 tons av laksi í 2024, meðan Ísland framleiddi 49.253 tons.
Hinvegin hevur Ísland eina serliga sterka støðu innan bleikjualing og var størsti framleiðarin í Evropa við 4.778 tonsum í 2024.
Bleikja er ein kaldsjógvafiskur úr laksaættini, sum livir í Norðuratlantshavi.