Ongi úrslit

Jákup Mikkelsen er nýggjur málmansvenjari hjá NSÍ

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028

NSÍ
26 minuttir síðan

NSÍ hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Jákup Mikkelsen, sum verður nýggjur málmansvenjari hjá felagnum. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.

Jákup Mikkelsen er eitt sera vælkent og virðismikið navn í føroyskum fótbólti. Hann hevur drúgvar royndir sum málverji, bæði í bestu føroysku deildini, á føroyska A-landsliðnum og í útlendskum fótbólti.

Eftir virknu yrkisleiðina sum málverji hevur Jákup eisini vunnið sær drúgvar royndir sum málmansvenjari í bestu føroysku deildini. Harumframt hevur hann eisini verið partur av venjaraumhvørvinum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Við sínum stóru royndum og fakliga kunnleika kemur Jákup at styrkja venjaratoymið hjá NSÍ. Felagið sær stórar møguleikar í at fáa ein so royndan málmansvenjara, sum bæði kann menna málverjarnar á besta liðnum og vera við til at skapa eitt sterkt málmansumhvørvi í felagnum.

NSÍ fegnast almikið um, at Jákup Mikkelsen hevur valt at gerast partur av felagnum, og vit gleða okkum til samstarvið komandi tvey kappingarárini.

Hjartaliga vælkomin til NSÍ, Jákup! Vit ynskja tær alt tað besta í gulu og svørtu litunum, skrivar NSÍ í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27