Víkingur boðar frá, at felagið hevur skrivað undir avtalu við Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum merkir, at hann fer at leika í ljósabláum litum fram til kappingarlok í 2028.
Jákup er uppvaksin í KÍ, men hevur roynt seg í øðrum feløgum eisini, millum annað EB/Streymi og B68.
Harumframt hevur hann verið partur av ungdómslandsliðum, har hann hevur fingið altjóða royndir.
Jákup er 22 ára gamal og spælir sum verjuspælari.
-Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnum í Sarpugerð, og ivast ikki í, at tit taka væl ímóti honum, skrivar Víkingur á Facebook