Tá Noreg vann 4–1 á Irak í HM fyrradagin, var gleðin ikki bara hoyrd, hon var eisini máld. Sambært norska seismologiska stovninum NORSAR vórðu týðiligar vibratiónir skrásettar, tá norsku málini vórðu skoraði.
Serliga fyrsta málið hjá Erling Braut Haaland gav eitt greitt útslag á einari mátistøð í Bergen. Talan var ikki um jarðskjálvta, men um vibratiónir frá túsundtals fjepparum, sum róptu og hoppaðu samstundis.
Erling Braut Haaland
Noreg vann sum sagt dystin 4–1, og samstundis fingu seismologar eitt sjáldsamt dømi um, hvussu stórar ítróttahendingar kunnu setast á seismisk mátitól.
Granskarar frá granskingarstovninum NORSAR hava váttað, at stórar mannamúgvur í rørslu, sum til dømis við mál ella á stórum ítróttartiltøkum, flyta vibratiónir og kinetiska orku niður í jørðina. Hettar er orka sum eru so kraftig, at hon kan skrásetast við viðkvæmum seismometrum.
Les meira um hesar stuttligu mátingarnar hjá NRK ella finn meira kunning um seismiska virksemið á NORSAR.