Ongi úrslit

Jenis hevur lagt frá sær

Steffan Klein Poulsen tók í dag við sum formaður í Miðflokkinum

Jóannes Hansen
13. apríl kl. 19:32

Miðflokkurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi í kvøld:

Formansval, sum sambart lógum floksins skal verða aftaná hvørt løgtingsval, hevur í dag verið í Miðflokkinum.

Jenis av Rana, sum hevur verið formaður floksins síðani 1998, segði seg úr formansstarvinum, og Steffan Klein Poulsen varð valdur nýggjur formaður fyri flokkin, skrivar Miðflokkurin.

Formansskifti kemur ikki óvart á. Tá ið løgtingsvalið hevði verið hósdagin 26. mars segði Jenis av Rana, at hann fór skjótt at leggja frá sær sum floksformaður.

Í dag var tað Jenis av Rana, ið sum ellisformaður setti løgtingið. Hann segði í dag, at um tað vera fýra ár, inntil tað aftur verður løgtingsval, so fer hann ikki at stilla uppaftur. Eg veri ikki 77 ára gamalt løgtingsvalevni, segði Jenis av Rana.

Á løgtingsvalinum 26. mars fekk Miðflokkurin 5,3 prosent av atkvøðunum og tvey umboð. Steffan Klein Poulsen varð valdur við 701 persónligum atkvøðum, og Jenis av Rana varð valdur við 364 persónligum atkvøðum.  

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15