Jens-Frederik Nielsen er á veg til New York. Á Facebook sigur hann, at seinasta tíðin hevur verið tung hjá nógvum grønlendingum, og at nógv hava verið bæði stúrin og bangin fyri, hvat fór at henda við landinum.
Nielsen sigur, at hann hevur tikið stúrarnar í størsta álvara. Á ferðini tvørtur um Atlantshav hugsar hann um familjur, børn, ung og eldri, sum hava verið stúrin um framtíðina.
– Eg vóni, at vit nú kunnu fáa meira frið um land okkara, sigur hann.
Samstundis leggur hann dent á, at grønlendingar skulu standa saman um tað, sum hevur størstan týdning, og halda fast við, at Grønland skal møtast við virðing.
– Grønland er okkara heim. Og heiminum ansa vit eftir saman, sigur Jens-Frederik Nielsen.
Í USA skal Jens-Frederik Nielsen eftir ætlan skriva undir nýggju trygdaravtaluna, sum var gjørd fyrr í vikuni.