Ongi úrslit

Joan er fyrsta pisan í 2026

Sum fyrsta pisa, fekk Joan heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Niels Nielsen, húsavørði

glsdit.fo
5 tímar síðan

Hetta er tíðin, tá ið pisurnar verða floygdar á Glasi. Týsdagin 16. juni 2026 fekk fyrsta pisan húgvuna á høvdið.

Hetta var Joan Rúnadóttir Johannesen úr 23z á náttúrubreytini.

Familja og vinir tóku ímóti Joan, tá hon kom úr seinastu próvtøkuni, og pápin gav henni húgvuna á høvdið.

Joan spælir við føroyska U20 hondbóltslandsliðnum, sum fer til Kina í næstu viku at spæla HM-endakapping. Endaspælið verður leikt í døgunum 24. juni til 5. juli. Fleiri landsliðsfelagar vóru komnir á Glasir at taka ímóti Joan og ynskja henni til lukku við prónum.

Una Joensen, rektari á Glasi, ynskti eisini Joan til lukku. Sum fyrsta pisa, fekk Joan heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Niels Nielsen, húsavørði.

Eftir summarfrítíðina fer Joan til Íslands at spæla hondbólt. Hon hevur gjørt sáttmála við íslendska felagið KA/Þór í Akureyri, sum spælir í bestu íslendsku deildini.

Vit ynskja Joan og øllum øðrum á Glasi, sum fáa prógv í hesum døgum, hjartaliga til lukku.

Niðanfyri er eitt videobrot og nakrar myndir frá fagnarløtuni.

Joan gjørdist fyrsta pisan í 2026 - Glasir

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02