Ongi úrslit

Jóannes heldur fram í barndómsfelagnum

Høgri vongbakkurin hjá KÍ og landsliðnum verður í KÍ í hvussu so er tvey ár aftrat

ki.fo
2 tímar síðan

KÍ skrivar soleiðis:

Hann hevur verið óvanliga støðugur í 9  ár og í 6 av teimum spælt hvønn einasta dyst  í meistaradeildini.

Jóannes Kalsø Danielsen hevur undantikið eitt stutt skifti í Næstved BK í 2022, verið í felagnum alla sína fótbóltsleið. Síðan hann kom frá 1. deild sum áleypari í 2014 hevur hann spælt 235 dystir í meistaradeildini, 29 steypadystir og 72 lands- og UEFA-dystir – allar sum høgri vongbakkur.
Um avtaluna og komandi tvey árini sigur Jóannes:

 -  Eg síggi fram til tvey spennandi ár við Fróða Benjaminsen á odda. Valið var lætt, tá man er klaksvíkingur. Vit hava fantastiskar umstøður at venja og mennast í, og tá er lætt at trívast. 
Vit í felagnum stórfegnast um, at Jóannes heldur fram í KÍ. Vit ynskja honum framhaldandi góða eydnu í kongabláu troyggjuni! 

kelda FSF-Comet

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

14 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00