Ongi úrslit

Jólatrøini verða tendrað í Runavíkar kommunu

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Aftur í ár verður gjørt nógv burturúr jólunum í Runavíkar kommunu. Árligu tiltøkini Býarskáin og Jól við Løkin eru longu farin um bak, og fram til jóla eru nógv áhugaverd og hugnalig tiltøk á skránni í kommununi. 


Í býnum og í bygdunum er riggað til við jólaprýði, og á grøna økinum millum Føroya Tele og Bláa Kross í Saltangará er føroya størsti adventskransur at síggja. Sum siðvenja er, verður fyrsta ljósið á adventskransinum tendrað 1. sunnudag í advent. Tiltakið byrjar kl. 14:00, og á skránni er kórframførsla, røða, og síðani fer ein eldsál í kommununi at tendra adventsljósið. Á økinum standa tvær hugnaligar smáttur, og tað verður møguligt at keypa okkurt heitt at drekka og okkurt gott afturvið. Hesi tiltøkini eru á skránni hvønn sunnudag í advent, har fýra ymiskar eldsálir verða heiðraðar og fara at tendra hvør sítt ljós á adventskransinum. Eldsálirnar eru valdar út frá tilnevningum og eru fólk, ið altíð er klár at taka eitt tak og leggja hjarta og sál í sítt – ofta sjálvbodna – arbeiði fyri Runavíkar kommunu.


Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Í ár tendra jólatrøini 28. og 29. november. Brandbilurin við jólamonnunum vitjar eisini, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at framføra til tiltøkini.

Í ár sær skráin soleiðis út:


Leygardagin 28. november 2026

13:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.

16:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Saltangará (Gula Smiðja). Vanja Justinussen heldur røðu.

18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skála. Sára Mrdalo heldur røðu.

19:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Sigrid J. Dalsgaard heldur røðu.

 

Sunnudagin 29. november 2026

13:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.

14:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.

14:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Søldafirði. Malan Rasmussen heldur røðu.

15:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skipanesi. Jórun Pólsdóttir heldur røðu.

16:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Gerhard Mikkelsen heldur røðu.

17:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Elduvík. Hanus í Gørðum heldur røðu.

18:00 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar í Funningi. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu. 

19:15 Jólatræið og jólabygdin verða tendrað og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Atli Arnfinsson Thomassen heldur røðu.


Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

20 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10