Føroya Kærustovnur hevur staðfest, at ein persónur ikki kann fáa stuðul til leiguútreiðslur í sambandi við dupult húsarhald, tá viðkomandi sjálvur eigur bústaðin, sum søkt verður um stuðul til.
Avgerðin varð tikin 7. juli 2026. Kærarin hevði søkt um stuðul fyri 2025, men TAKS sýtti umsóknini, tí kærarin bæði stóð sum leigari og útleigari av sama bústaði.
Peningurin varð goldin aftur til kæraran
Kærustovnurin vísir á, at stuðulin er ætlaður at fevna um veruligar útreiðslur í sambandi við dupult húsarhald.
Í málinum vístu bæði umsóknin og leiguváttanin, at kærarin leigaði ein bústað, sum kærarin sjálvur saman við einum øðrum persóni var útleigari av.
Kærustovnurin staðfestir tí, at talan ikki kann vera um eina útreiðslu, sum er fevnd av skipanini, „tá ið peningurin, ið leigarin rindar, verður goldin til sín sjálvs.“
Kundi fáa stuðul til kost
TAKS metti tó, at kærarin lúkaði treytirnar fyri at fáa stuðul til kostútreiðslur í 220 arbeiðsdagar. Kærarin kundi tí senda inn eina nýggja umsókn um henda partin av stuðlinum.
Sambært kunngerðini er stuðulin til leigu av høli 488 krónur um mánaðin, meðan stuðulin til eykaútreiðslur til kost er 20,50 krónur fyri hvønn arbeiðsdag.