Donald Trump, forseti í USA, hóttir við sera høgum tolli á ES ella við at steðga parti av handlinum við Evropa, um Kanada fær eina nýggja støðu sum atlimur við serligum tilknýti til ES. Tað skrivar BBC.
– Um eg meti, at hetta á nakran hátt er ein fíggindalig gerð, fari eg at seta sera høgan toll á ella steðga handlinum við Evropa á fleiri økjum, segði Trump við tíðindafólk.
Trump kallaði eisini møguleikan fyri, at Kanada fær eina slíka støðu í ES, fyri „láturligan“.
Kanada kann gerast tað fyrsta
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, segði mikudagin, at hon vil arbeiða fyri at lata dyrnar upp fyri, at Kanada kann gerast fyrsti atlimurin við serligari støðu í ES. Ein slík limastøða er ikki til í ES í dag, og tí er enn ógreitt, hvussu hon í praksis skal skipast.
Von der Leyen vísti millum annað á tøkni, verju, orku og týdningarmikil ráevni sum øki, har ES og Kanada kunnu samstarva tættari. ES-nevndin hevur eisini staðfest, at ætlanin er at lyfta sambandið við Kanada upp á eitt nýtt stig.
– Hetta er ikki eitt samstarv ímóti nøkrum øðrum, men fyri okkara felags styrki, segði von der Leyen.
Stríðið millum Kanada og USA harðnar
Sambandið millum Kanada og USA er versnað seinastu mánaðirnar. Handilssamráðingar slitnaðu í august, og síðani hava bæði londini sett nýggjan toll á vørur hjá hvørjum øðrum.
Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, hevur samstundis arbeitt fyri at styrkja sambandið við Evropa. Hann hevur sagt, at Kanada ynskir eitt serligt samgongulag við ES.