Harry Kane hevur júst vunnið Ballon d’Or og kann kalla seg heimsins besta fótbóltsspælara.
Heiðurslønin varð handað í London. Hetta er 70. ferðin, at heiðurslønin verður latin.
Kappingin stóð millum teir tríggjar favorittarnar Harry Kane, Kylian Mbappé og Lamine Yamal.
Tað var Ronaldo Nazário, sum kunngjørdi vinnaran.
Enski áleyparin hevur havt eitt sera gott kappingarár við Bayern München.
Fyri týska stórfelagið skoraði hann heili 61 mál og legði harumframt upp til sjey mál. Á enska landsliðnum skoraði hann eisini 12 mál, og kom sostann upp á tilsamans 73 mál.
Við Bayern München vann hann bæði týsku landskappingina og steypakappingina, meðan hann við Onglandi vann bronsuheiðursmerki í HM.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2001, at ein enskur leikari vinnur heiðurslønina. Tá var tað Michael Owen, sum vann.